Leygardagin hevur forsetin í FSF stevnt formonnunum í feløgunum til Havnar á fund – men samstundis hevur aðalskrivarin fingið boð um ikki at luttaka á fundinum
Tað hevur gingið sera trupult at fáa fatur á pørtunum í nógv umrødda málinum um aðalskrivaran í føroyska fótbóltssambandinum, og tey sum svara telefonini vilja ikki gerða viðmerkingar.
Kennir seg uttanfyri
Fyri løtu síðan hittu vit aðalskrivaran í telefonini og spurgdu um hann hevði ætlanir um alt leggja frá sær.
– Lat meg siga sum er, at Fótbóltssambandið snýr seg ikki um Ísak Mikladal. Mær dámar best at arbeiða við málum og føra samtyktir, sum starvsnevndin og aðrar nevndir í FSF gerða, út í lívið.
– Vit hava seinastu mongu árini uppbygt eina sera vælvirkandi umsiting í FSF og eg ivist onga løtu í at umsitingin fer framhaldandi at virka um eg ikki longur verið ein partur av henni. Mín persónur hevur ongan týdning í hesum sambandi, hóast eg sjálvur haldi meg hava gjørt eitt gott arbeiði seinastu mongu árini.
– Eg havi heldur ongar ábendingar um, at tey sum eg starvist saman við ella á annan hátt samskiftið við gjøgnum mítt arbeiði, hava ynskið um at eg skal leggja frá mær.
– Tey árini eg havi virkað í FSF havi eg havt nógv mál um hendi og má eg siga sum er, at eg oftað havi skuffað tey sum hava hildið at alt sum tey hava ynskt bara skuldi blástemplast av FSF.
– Í hesum sambandi havi eg kanska óvilliga fornerma bæði feløg og persónar – men tað er bara ein partur av uppgávuni hjá einum aðalskrivara, at syrgja fyri at lógir, avgerðir og mannagongdir verða hildnar.
– At eg verið gjørdur til ein maktpersónur í FSF er nakað sum eg als ikki dugi at fyrihalda meg til.
– Tað hevur so mangan verði skotið mær í skógvarnar, og eg minnist einaferð tá eg stóð fyri skotum og táverandi formaður, Torleif Sigurðsson sáli, tók til orðanna. Hann segði tað so rámandi – at aðalskrivarin hevur tað makt sum starvsnevndin gevur honum.
Biðjur um rættvísa viðgerð
Ísak Mikladal kennir seg ikki hava nakra orsøk til at leggja frá sær.
– Eg kenni ongan orsøk til at eg skal vegna nógv umtalaða málið, leggja frá mær. Men tá tað er sagt, so haldið eg at málið, sum hevur koyrt ímóti mær í fjølmiðlunum og millum feløg, hevur lítið við rættartrygd ella fair-play at gera.
– Framferðin hjá forsetanum móti mær sum starvsfólki í FSF er lítið virðilig – men tað er so sera lítið sum eg kann gerða við hetta. Onkunsvegna kenni eg meg als ikki verða partur av málinum sum nú koyrir fyri stóran part í fjølmiðlunum.
Formennirnir sleppa ikki at tosað við Ísak
Spurgdur um aðalskrivarin verður við á fundinum sum forsetin hevur boða feløgunum á leygardagin er svarið noktandi.
– Eg havi fingið at vita at eg ikki sleppi at luttaka á fundinum við formennirnar. Tað kann tykjast heldur løgið, men eg ynski heldur ikki at viðgerða málið alment. Hetta er eitt persónsmál hjá einum starvsmanni í FSF og tí má eg seta mítt álit á at eg verið viðfarin sum eitthvørt annað starvsfólk og sleppi at greiða frá mínum sjónarmiðum á rætta stað. Eg havi alla respekt fyri formonnunum í føroysku feløgunum og mín leiklutur verður at standa til svarts yvir fyri starvsnevndini.




