Nú bjóðar Føroya Tele 3G+, sum er tráðleyst breiðband við háferð. 3G+ gevur bæði betri góðsku og hægri ferðir á tráðleysa internetinum til bæði fartelefon og teldu.
Eftir drúgvar kanningar av møguleikunum fyri at betra um tráðleysa breiðbandið, skrivaði Føroya Tele í vár undir avtalu við svensku fyritøkuna Ericsson um at seta upp eitt nýtt og framkomið breiðbandsnet í Føroyum. Úrslitið av hesum samstarvi er, at Føroya Tele í dag kann lata føroyingum 3G+, ið er grundað á mest framkomnu tøknina innan tráðleyst breiðband og fartelefoni.
Aftaná útbyggingina hevur Føroya Tel hevur brúkt drúgva tíð uppá at testa netið soleiðis hetta lýkur góðskukrøv okkara og at kundarnir harvið fáa eina dygdaruppliving.
Nýggja netið hjá Føroya Tele stuðlar nú undir ferðir upp til 21 Mbps. Ferðin á haldunum er tó sett varliga, fyri at brúkarin fær lovaðu ferðina.
Í Tórshavn, Klaksvík, á Skálafjørðinum og á flogvøllinum ber nú til at nýta 3G+ netið hjá Føroya Tele, og við hesum hava 55% av føroyingum møguleika fyri 3G+, umframt tey, ið ferðast yvir flogvøllin.
Steðgað verður tó ikki her, tí tá ið netið verður liðugt útbygt, fevnir tað um meginpartin av bygdum landøki og føroyskum sjóøki.
“Hetta er við til at staðfesta okkara støðu sum fremsti veitari av samskiftistænastum í Føroyum, og vit eru sera fegin um at kunna bjóða kundum okkara hesar nýggju møguleikar”, sigur Jan Mortensen, stjóri á FT Samskifti.
Fyri brúkaran merkir hetta at ljóðgóðskan á telefonsamrøðum verður enn betri. Eisini verður tað væl skjótari at nýta internetið á fartelduni og fartelefonini.
Fyri at gera tað lætt og einfalt at nýta internet á fartelefonini, hava vit gjørt ein nýggjan fartelefonportal, ið er at finna á flags.fo. Har ber til at lesa tíðindi, síggja veðurtíðindi, fara á facebook, kanna vevmyndir og flogferðslu, fyri bert at nevna nøkur dømi. Eisini ber nú til hjá øllum kundum, sum hava hald frá Føroya Tele, at fáa teldupost umvegis fartelefon.
”Hetta er fyrsta stigið í okkara 3G+ ætlan, og nú vit hava fingið eina góða byrjan, eru vit farin undir stig tvey. Ætlanin er at útbyggja, so vit dekka føroyskt sjóðøki, samstundis sum dekningurin á landi verður víðkaður. Harafturat ætla vit at koma við nýggjum tænastum, sum gagnnýta nýggja netið”, sigur Jan Mortensen um víðari ætlanina við 3G+.




