Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur portalur um hús og heim

Oliver Joensen

Týsdagin 3.november byrjaði nýggi byggiportalurin ”www.kramm.fo” at virka. Talan er um eina heimasíðu við alskyns tilfari um sniðgeving, innrætting, bygging og umbygging.

Tað er FT-Online hjá Føroya Tele, sum hevur tikið stig til kramm.fo, og samskipari er Leif Láadal, sum hevur drúgvar royndir frá fjølmiðla-arbeiði seinnu árini.

Tilfarið á www.kramm.fo er skipað sum antin tekstgreinar, myndarøðir ella smærri video-filmar. Lesarin hevur møguleika at gera viðmerkingar til hvørt einstakt innslag, umframt at møguleiki eisini er at seta fimm serfrøðingum spurningar. Teir fimm serfrøðingarnir eru timburmeistarin Sjúrður Holm, arkitekturin Mayfinn Norðoy, innanduraarkitekturin Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir, gartnarin Heini Joensen og málarameistarin Jan Nielsen.

Tað eru longu nógvar greinar, myndarøðir og filmar inni á kramm.fo, og nýtt tilfar fer at verða lagt inn á byggiportalin dagliga.