Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sleppur ikki longur at selja fiskaúrdráttir frá línu- og útróðrarbátum

John William Joensen

Hvørt ár á Tollaksmessu hava norðoyingar flokkast um kalda borið hjá lokala kjøthandlinum, men í ár fara kølidiskarnir hjá Óla Langaard at standa tómir, tí Heilsufrøðiliga Starvsstovan setur krøv sum rættiliga torfør eru at liva upp til.

Seinastu 30 árini hevur Kjøthandilin í Klaksvík hildið til á Nólsoyar Pállsgøtu, men í takt við at slagtaravørur eru vornar partur av vørutilboðunum í stóru handilsshúsunum kring landið er talið á Kjøthandlum lækka og seinastu 15 árini hevur Kjøthandilin í Klaksvík verið einasti av sínum slagið í landinum.

Noktað at selja
fiskúrdráttir
Ein vanligan gerðandisdag tíðliga í summar kom eftirlitsfólk inn á gólvið hjá Óla Langgaard, meðan hann stóð og gjørdi rullupylsu. Kjøthandilin hevur havt mangar slíkar vitjanir gjøgnum árini, men hendan vitjanin skuldi vísa seg at gerða enda á einum kapitli í handilssøguni hjá Klaksvík.

– Eg fekk rós fyri at hava tað ruddiligt og reint í slagtarrríðnum, men tá tey máldu temperaturin í rúminum har eg stóð og gjørdi rullupylsu – gjørdu tey vart við at slíkar vørur sambært matvørulógini eiga at verða tilgjørdar inni í einum kølirúmi.

– Harafturat vildu tey ikki góðtaka at eg keypti fisk beinleiðis frá útróðrarbátum – men at eg ístaðin skuldi keypa fisk frá einum góðkendum fiskaseljara.

– Ræstur- og turrur fiskur, kjalkar, lippur og aðrir fiskaúrdráttir skuldu allir keypast frá góðkendum fiskaseljara og merkisseðil skal verða á vørunum, var sagti.

– Eg royndi at greiða frá at tað er næstan ógjørligt at fáa hendur á hesum vørum á hendan hátt, men sama gjørdi.

– Vit hava fyri tað mesta keypt fiskaúrdráttirnar beinleiðis frá línu- og útróðrarbátunum í Klaksvík og vit hava als ongan trupuleikar havt við hesum inntil nú , men sambært eftirlitinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni verður hetta ikki góðtikið longur.

Fiska-úrdráttirnir
í søguna
– Hóast vit hava eitt kølirúm so hava vit als ikki pláss fyri at lúka tær treytir og fremja tær íløgur sum Heilsufrøðiliga starvsstovan setur og tí hava vit valt at taka fiskaúrdráttirnar og dagliga útboði av kjøtvørum av hyllunum.

– Ístaðin fara vit framhaldandi at selja lidnar døgurðarvørur í á middegi og fara eisini framhaldandi at selja út av húsinum, til veitslur o.a..

Óli Langgaard heldur at tað er spell at pláss ikki skal verða fyri traditionellu kjøthandlunum við vørum úr lokala umhvørvinum.

– Slíkir handlar sær man alla aðrastaðni í heiminum, sigur hann at enda við Norðlýsið.

Ein avleiðing av herdu krøvunum hjá Heilsufrøðiligu Starvstovunum, er at vørur úr føroyskum fiskaúrdráttum eru at rokna sum luxusmætur.

Harleywoodpaint