Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framvegis einki alternativ til ABC

John William Joensen

Hóast orðakiftið á samgongufundinum fríggjadagin var rættiliga harligt, so heldur formaðurin í Fólkaflokkinum, at ABC flokkararnir fara at semjast um fíggjarlógina.

Fríggjadagin var samgongufundur í ABC samgonguni og sum skilst var orðaskiftið sera harligt, men formaðurin í Fólkaflokkinum heldur einki ónatúrligt verða í hesum.

– Samgongufundirnir eru júst fyri at samgongulimir kunnu føra fram sjónarmið og tað er ofta sera ymiskar meiningar millum tinglimirnar. Eg haldi eisini tað verða umráðandi at tinglimri sleppa at “blása út” á røttum stað. Í so máta var hesin fundurin einki undantak, tí vit sita og arbeiða við eini fíggjarlóg sum ymiskar meiningar eru um.

Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur at oftast eru ósemjur harðast beint undan at semja verður funnin og hanni ivast ikki í at ABC flokkarnir fara at finna semju.

– Vit skulu brúka 317 mill. krónur til íløgur á fíggjarlógini og hóast flokkar og ávís tingfólk hava verið frammi við mótstríðandi meiningum um hvussu peningurin skal brúkast so eru vit als ikki komin til íløgupartin.

– Tað hevur tó verið tosað aftur og framm um íløgurnar millum samgonguflokkarnar – men í løtuni eru aðrir partar til viðgerðar og eg trúgvi eisini at vit fara at finn semju um íløgupartin tá hann kemur fyri.

– Sum politiska støðan er í løtuni dugi eg ikki at síggja naka brúkiligt alternativ til ABC samgonguna og tí liggur tað stór ábyrgd á samgonguflokkunum at finna eina semju.

– Nær fíggjarlógin verður endaliga samtykt er trupult at siga nakað um men sjálvur havi eg verið við til at samtykt fíggjarlóg á tingfundi millum jól og nýggjár.

Hóast útsagnirnar hjá formanninum í Fólkaflokkinum, so mugu vit staðfesta at seinasta veljarakanningin, sum gav Javnaðarflokkinum ein frammaná – hevur ikki gagnað samgongustevinum – og hon kundi ikki komi eitt verri tíðspunkt – nevniliga mitt í samráðingum um eina fíggjarlóg – har sitandi samgonga verður noydd at fremja sparingar ella útvega landskassanum fleiri inntøkur.

Harleyfacadeacryl