Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grundlógarbrot

Oliver Joensen

Bóndafelagið og Óðalsfelagið mótmæla at uppskotsstillarar í tinginum leggja almennar skyldur yvir á tey, sum fáast við landbúnað.

Felags mótmælisskriv frá Bóndafelagnum og Óðalsfelagnum

Feløgini bæði harmast um, at politiski ágangurin ímóti teimum, sum reka landbúnað í Føroyum gert alsamt harðari. Tað er hugstoytt at lesa síðsta uppskotið frá nøkrum óvitandi løgtingslimum, har tað tykist sum um eittans endamál við uppskotinum er, at leggja almennar skyldur yvir á tey, sum fáast við landbúnað.

Endamálið við uppskotinum, at fáa seyðin av vegnum og úr bygdum øki, hevur verið ein afturvendandi spurningur í fleiri ár og kann hesin spurningurin loysast við samráðingarborið sambært galdandi rætti. Fyri at fáa seyðin úr bygdum øki, hava fleiri bý- og bygdaráð loyst hetta í felag, saman við teimum sum eiga seyðin, har endurgjald hevur verið veitt fyri tí tapi, eigarin av seyðinum hevur havt.

Hetta uppskotið er í stríð við vanligar rættarreglur og er í veruleikanum meira víðgongt enn ein ognartøka, tá tað leggur upp til, at tey sum eiga rættin til jørðina, ikki einans skulu missa henda rættin, men skulu eisini rinda fyri at missa henda rættin. Við eini ognartøku, er tað tann sum ognartekur, sum hevur skyldu at rinda endurgjaldið, ikki tann sum missur av síni ogn, sum hetta uppskotið leggur upp til.

Landsvegir, allir sum ein, eru lagdir gjøgnum ognir, sum onnur enn landsverk eiga. Jørð er ognartikin til endamálið og endurgjald veitt teimum, sum áttu jørðina. Sjálvandi ynskir eingin seyð á vegin at ganga, men sambært hesum uppskoti, skulu bøndur og tey sum eiga hagarnar revsast og áleggjast skyldu at hegna ognir hjá landsverk inni og hava ábyrgd av trygdini á vegnum. Hetta vendir sjálvandi fullkomiliga øvugt og átti uppskotið at álagt Landsverk at hildi vegirnar tryggar og hegna teir av fyri seyði og øðrum óviðkomandi.

Uppskotið avmarkar seg tó ikki einans til bøndir, men fevnir um allar eigarar av húsdýrum.

Sjálvandi er tíðin nógv broytt og er seyðahald ikki tað sama sum tað var fyrr, fyrr var illa. Grundlógartryggjaði ognarrætturin er tó framvegis tann sami og vónandi verður hetta uppskotið neyvan annað enn heilaspuni hjá løgtingslimum, sum vilja skora bíligar atkvøður.

Bóndafelagið og Óðalsfelagið fara ikki at góðtaka uppskotið og vóna feløgini bæði, at uppskotsstillarnar velja at taka uppskotið aftur skjótast gjørligt. Feløgini fara at gera tað tey eru ment, fyri at vísa á skeivleikarnar í uppskotinum og vóna at løgtingslimir ikki lata seg lumpa av hesum opportunistunum handan uppskotið.

Saman umboða Bóndafelagið og Óðalsfelagið nærum alla búnaðarjørðina í Føroyum, bæði tað vinnuliga og tað mentunarliga og vænta feløgini at verða innkallað til Vinnunevndina, um uppskotið kemur so langt.

Tann 9. November 2009

Bóndafelag Føroya Anna Rubeksen

Óðalsfelagið Heðin D. Poulsen