Í hesum døgum savnast evnaríkastu leikarar úr øllum Europa í Slovenska høvuðsstaðnum Ljubljana fyri at finna fram til bestu badmintonleikarar undir 17 ár. Kappast verður bæði fyri lið og fyri einstaklingar.
Badmintonsamband Føroya hevur gjørt av, sum ein liður í menningini av okkara ungu badmintonleikarum, at senda tveir leikarar at umboða Føroyar. Føroysku umboðini eru Ari Ólavsson Ellingsgaard úr ÍF og Rannvá Djurhuus Carlsson úr HBF. Hesi bæði hava havt frálík úrslit í heimligu kappingini seinastu árini og fáa nú høvi at royna kreftir við fremstu leikarnir í Europa.
Kappingin byrjaði leygardagin 7. nov. við liðkapping, men føroysku umboðini skulu ikki í eldin fyrr enn mikudagin 11. nov. tá blandaður tvímansleikur er á skránni. Tá skulu tey bæði møta tveimum leikarum úr Sveits. Hósdagin er so einmansleikur á skránni, har Ari fyrst skal dystast ímóti einum leikara úr Wales, meðan Rannvá seinni um dagin skal royna at koppa einum av fremstu leikarunum úr Turkalandi. Báðar hesar uppgávurnar verða ógvuliga truplar, tí báðir mótstøðuleikararnir eru styrkismettir millum 15 teir fremstu leikarnar í kappingini.
Føroyska ferðalagið kom til Ljublijana seint sunnukvøldið har fyrireikingarnar byrjaðu við miðvísari venjing saman við landsliðsvenjaranum Aritra Nandy.
Í undanfarna mánað vóru 8 teir fremstu av okkara badmintonleikarum í Íslandi á venjingarlegu. Hetta er enn eitt stig á leiðini hjá BSF, at menna okkara ungu badmintonleikarar og harvið hækka støðið á føroyskum badminton yvirhøvur.
– Vit hava fleiri sera evnaríkir ungir badmintonleikarar, men tað er av alstórum týdningi at taka lut í átøkum og kappingum uttanlanda um vit skulu gera okkum galdandi á altjóða støði, verður sagt frá Badmintonsambandi Føroya.




