Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frisørstovan – eitt nýtt konsept

Oliver Joensen

Á Frisørstovuni í Gerðum hevur verið nógvur aktivitetur í seinastuni. Men leygardagin verður latið upp í nýggjum hami undir navninum Frisørstovan Monroe.

Tað er Elisabeth M. Danielsen, ið frammanundan rekur vælverustovuna Monroe  við Streymin, ið nú hevur leigað seg inn í hølini hjá Frisørstovuni í Gerðum.

Tá vit stukku inn á gátt, var ófør rokan á Heygavegi. Bæði Elisabeth og Elinborg við makum og eisini ættarliðið longur afturi stríddust fyri at fáa hølini liðug til stóru móttøkuna, ið verður leygardagin.

Elisabeth  M. Danielsen, stjóri segði okkum, at Elinborg Samson,  Annika S. Poulsen, leiðari og Mathilda Pætursdóttir komu at starvast á Frisørstovuni Monroe.

Harafturat kemur kosmetologurin Rósmari Hellisdal eisini at arbeiða ávísar dagar á Monroe.

Vit fara at geva tænastu innan hár makeup, andlitsviðgerð, og kropsmýking og harafturat fara vit at arbeiða í tøttum samstarvið við vælverustovuna Monroe við Streymin, soleiðis at viðskiftafólk ið ynskja viðgerðina sum Monroe við Streymin kann bjóða verða ávíst hagar.

Elisabeth leggur stóran dent á vistfrøðiligu produktini, sum Frisørstovan Monroe umboðar. Vit ganga høgt uppí tað vistfrøðiliga, og sjálv havi eg altíð tikið tænastuveitingar til viðskiftafolk í stórsta álvara, so viðskiftafólk í Klaksvík, ið koma á gátt hjá okkum, fara at merkja væl til høga tænastustøðið.

Móttøka leygardagin
Við móttøkuna leygardagin fara vit at sýna fram hárshow, ið er inspirerað av skeiði í London, ið vit júst eru komin frá, og klæðini , sum modellini fara at sýna fram eru frá Trend Floor. Afturat verður live show og leskiligt ábit.
Nevnast kann eisini at vit fara at hava tilboð til kundarnar fram til 1. desember, har kundarnir kunnu ringla við einum terningi um avsláttur í prísinum av teimum vistfrøðiligu vørunum.  – Fært tú eitt, ja, so sláa vit 10% av prísinum og fært tú seks, so sláa vit 60% av í prísinum, so tað er bert at vitja inn á gólvið.