Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frá kvinnu til kvinnur um kvinnur

John William Joensen

Kristnastova bjóðar leygardagin 21. novembur øllum kvinnum til ein dag við hugna, leskiligum mati, góðari bíbliulæru og samveru við øðrum kvinnum í friðarligum umhvørvi.

Tiltakið er fyri allar kvinnur, yngri sum eldri, lesandi, arbeiðandi, stakar, mammur, ommur – allar! Elsa í Skorini fer at tosa um tvær kvinnur í Bíbliuni, Lydiu og Annu, sum vóru fyrimyndir – og eisini eru fyrimyndir í dag!

Kvinnudagurin byrjar klokkan 10 og heldur á til út á seinnapartin. Áhugaðar kunnu venda sær til Kristnastovu við at ringja 32 55 18 09 ella senda teldupost til kristnastova@kristnastova.dk. Kristnastova er á Birmavej 36, bert fáar minuttir til gongu frá metrostøðini Femøren. Tiltakið kostar 100 kr.