Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað var í tøkum tíma at fyrrverandi løgtingsformaðurin fekk Føroyar til eitt valdømi

John William Joensen

Um vit umroknað úrslitini frá seinasta løgtingsvalið, so sæst at m.a. Karsten Hansen og Edmund Joensen høvdu ikki rokkið løgtingssessum um vit framhaldandi høvdu havt fleiri valdømir. Báðir fluttu seg frá sínum kjarnuveljarum – Edmund skifti støðu í 266b málinum og Karsten Hansen skifti flokk. Báðir atkvøddu fyri at gerða Føroyar til eitt valdømi

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin gingu aftur, meðan serliga Miðflokkurin gekk nógv fram um vit roknað úrslitið av seinasta løgtingsvalinu um til gamla Eysturoyar valdømi.

Samanteljing av úrslitinum fyri gamla Eysturoyar valdømi:

A Fólkaflokkurin 1097 – 1 tinglim
(Løgtingsvalið 2004 – 1217 atkvøður)

B Sambandsflokkurin 1901 – 2 tinglimir
(Løgtingsvalið 2004 – 2012 atkvøður)

C Javnaðarflokkurin 969 – 1 tinglim
(Løgtingsvalið 2004 – 1254 atkvøður)

D Sjálvstýrisflokkurin 748 – 1 tinglim
(Løgtingsvalið 2004 – 529 atkvøður)

E Tjóðveldi 1328 – 1 tinglim
(Løgtingsvalið 2004 – 1254 atkvøður)

H Miðflokkurin 789
(Løgtingsvalið 2004 – 466 atkvøður)

Gerrymandering
Hóast harða mótstøðu í samgonguni legði løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, fram uppskot, um at broyta føroysku valskipanina, fyri tingið – og tann broytingin skuldi fáa gildi her og nú.

Hetta fekk stóra mótstøðu millum ein meiriluta av samgongulimum, sum førdu fram, at tað var óheppið at trýsta eina slíka avgerð gjøgnum Tingið.

Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur, kallaði hetta fyri Gerrymandering – sum uttan iva fór at geva smærru flokkunum stóran fyrimun.

– Tað er ikki óvanligt at tey, ið vald hava til at broyta vallógir, royna at smíða tær til egnan fyrimun. Ein av teimum monnum, sum skrivaðu undir frælsisyvirlýsingina hjá USA í 1776, gjørdist seinni guvernørur í Massachusetts. Hann bar ótta fyri, at hann ikki varð afturvaldur, og fyri at betra um møguleikarnar broytti hann í 1812 mark millum valdømini. Hann æt Elbridge Gerry, og at broyta valdømini til egnan fyrimun hevur síðan á enskum máli verið kallað gerrymandering. Henda mannagongd er framvegis kend í USA, og nú hevur Schwarzenegger, guvernørur í California, skotið upp, at markini millum valdømini skulu ásetast av dómarum og ikki av nøkrum av teimum fólkavaldu. Hetta verður longu gjørt í nøkrum av teimum amerikonsku deilstatunum.

Fekk fyrimun av lógarbroytingini

Tá ið málið um grein 266b var fyri í løgtinginum, var Edmund Joensen ein av teimum, sum skiftu støðu undir viðgerðini, og var hann við til at atkvøða uppskotið gjøgnum tingið.

Hetta fekk fleiri at spáa, at hendan broytingin í støðutakanini hjá eysturoyartingmanninum óivað fór at kostað honum tingsessin, og nú valúrslitið fyriliggur, vísa tølini – at umframt tað at Sambamdsflokkurin missur umleið 100 atkvøður í Eysturoynni, so gongur Miðflokkurin fram við 323 atkvøðum.

Persónliga missur Edmund Joensen 141 atkvøður í Eysturoynni, og missir hann tingsessin til Helga Abrahamsen, sum megnar at standa í stað við 240 atkvøðum, sum er ein atkvøða minni enn á løgtingsvalinum í 2004.

Flestu serfrøðingar, sum úttalaðu seg í málinum, vóru samdir um, at tað var óheppið, at broytingin, at gera Føroyar til eitt valdømi, varð framd á fyrst komandi valinum – júst tí hetta kundi vera til fyrimuns fyri ávísar politikarar.

Úrslitið av løgtingsvalinum er púra greitt, at tann, sum stríddist harðast fyri at fáa Føroyar gjørdar til eitt valdømi – her og nú – ikki einans vann ein politiskan sigur, men eisini sín egna tingsess.

Bjargaði eisini Karsten
Karsten Hansen, sum fór úr Tjóðveldinum vegna 266b málið, var einasti av norðoyatingmonnunum, sum atkvøddi fyri at gera Føroyar til eitt valdømi.

Tað er eisini ein sannroynd at Karsten Hansen hevði fallið, um Føroyar framvegis var býtt upp í valdømir.

Samanbera vit Edmund og Karsten – so kunnu vit siga at teir í 266B málinum, sum var eitt tað mesta umstrídda málið í undanfarna valskeiði, á hvør sín hátt fluttu seg frá sínum egnu veljarum. Edmund var jú valdur í eysturoynni og fór næstan niður í helvt í persónligum atkvøðum og Karsten Hansen skifti flokk og útlitini hjá Miðflokkinum at fáa mann í Norðoyggjum vóru ikki serliga góð.

Tjóðveldi hevði hóast Karsten fór úr flokkinum, varðveitt umboðanina í Norðoyggjum og Heini O. Heinesen hevði avloyst Karsten í tinginum.