Seinastu øldina hevur gleðiboðskapurin ljómað í kirkjum og samkomum kring alt landið – men nú hava nakrar menn í Klaksvík tikið stig til møtir og annað evangeliskt virksemið á alnótini.
Í hesum sambandi er nýggj heimasíða komin (www.kedes.fo) og á hesi heimasíðu er ymiskt evangeliskt tilfar umframt videofílar við møtum og persónligum boðskapum.
Rógvi Joensen sigur at orðsøkin til at farið var undir hetta átakið er at heimurin er broyttur.
– Vit liva í dag stóra part av tíðini í einum talgyltum heimi. Fólk brúka nógva tíð á alnótini baði í arbeiðsørindum og heima við hús.
– Vit mugu alla tíðina royna at tillaga okkum umhvørvið sum vit búleikast í og alnótin er eitt sera gott amboð at brúka í tí andaliga arbeiðinum.
– Tað eru longu nógvar ymiskar heimasíður við bíbilskum tilfarið og báðar tær føroysku týðingarnar av bíblinuni eru longu á netinum.
– Men tað sum kanska er serligt við heimasíðuni hjá okkum er at vit fara at skipað fyri møtum sum verða varpaði beinleiðs gjøgnum heimasíðuna.
– Í samband við møtini verður møguleiki at kjakst við teir sum skipað fyri møtinum. Hetta verður gjøgnum "hjálparkjatt" sum verður opið beint eftir hvørja sending.
Fyrsta møti leygarkvøldið
Leygarkvøldið 21/11- verður fyrsta roynding gjørd og møti streema umvegis "Ustream".
– Ætlanin hjá okkum er at hava styttri møtir – umleið 20 minuttir – og leygarkvøldið verður baði sangur og tala á skránni, sigur Rógvi Joensen.




