Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu sigur at fólk skilja tað skilagóða í at fíggja nýggja røktarheimið yvir skattin – ístaðin gjøgnum eina lántøku
Tórshavnar Býráð samtykti at hækka skattin við einum prosenti í samband við at Kommunan saman við landinum nú fer at byggja eitt stórt røktarheim til 64 búfólk.
– Eg má siga sum er at vit bara hava fingið jaligar viðmerkingar frá borgarum um avgerðina at hækka skattin.
– Tey vita at peningurin er oyramerktur til eldraøkið og alternativið var at fara út at lána pening.
– Eitt slíkt lán hevði tikið kommununi næstan 20 ár at goldið aftur og við at hækka skattin eitt prosent er iløgan hjá kommununi uppá góðar 60 milliónir krónur goldin eftir tveimum árum.
– Tað er avgjørt ikki rætt tá sagt verður at skattahækkingar eru av ti ónda – og hava vánaligt signalvirði fyri eina kommunu. Um borgarar fáa eina greiða fatan av hví tað er neyðugt at hækka skattin – so skilja fólk avgerðina, sigur borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen




