Í kvøld kl. 19 verður søgubókin “Bóltspøl millum Klakk & Kjøl” løgd fram á almennari móttøku í Norðoya Sparikassa og skráin er sera áhugaverd.
Í kvøld kl. 19 ferð Árni Dahl rithøvundur at hava eina framløgu um nýggju søgubókina.
Eisini ferð formaður KÍ’s, Tummas Lervig at greiða frá bókaútgávuni og Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa fer at handa gávu til KÍ.
Jóannes Hansen, rektari á Læraraskúlanum og næstformaður í nevnd Norðoya Sparikassa fer at ummæla bókina.
KÍ fer eisini at handa bøkur til FM vinnara sum leiktu fyrst í 40 unum og síðani verður høvið at keypa bøkur og rithøvundurin signerar.
Sparikassin bjóðar kaffi eftir framløguna




