Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg umrøddur sum “sjórænarar” av pressuni í Murmansk

John William Joensen

Fleiri russiskar heimasíður umrøða Skálaberg í morgun. Tær rósa russiska vaktarskipinum “Ural” fyri at hava tikið føroyska “sjórænaran”

Heimasíðan MurmanNews skrivar at Skálaberg hevði fiskað 618 tons uttan nakað gyldugt fiskiloyvi.

"Sniðskjútta-skipið ella sjórænaraskipið" var tikið við ongum orginalum dokumentum umborð og harafturat vóru papírini útskrivaði til ein skipara sum ikki var umborð.

Sambært heimasíðuni so liggur skipið í Murmansk meðan russiskir myndugleikar gerða kanningar umborð.

Blaði skrivar um eina "razziu" sum umborð á skipinum fríggjadagin………

Hanus Hansen, reiðari segði við Kringvarpið í morgun at arbeitt verður á allan hátt fyri at fáa skipið leysgivið skjótast gjørligt.

Hann segði at hetta kundi koma illa við nú skipið er selt tí skipið skal leverast 5. desember.

Hann afturvísti søgunum um at føroyskir myndugleikar høvdu forsømt at boða russum frá at Skálaberg fiskar av kvotuni hjá Sundabergi.