Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skal brekkan eita ”Víkabrekka” ella ”Kommunubrekka”?

John William Joensen

Gøtunavnanevnd býráðsins hevur sent íbúgvunum við ”Kommunubrekku” eitt spurnarblað, har hesir fáa høvi til at greiða atkvøðu fyri, hvat navn tey ynskja, at nevnda brekka skal hava.

Tað er ikki ofta, at borgarar fáa beinleiðis høvi at greiða atkvøðu um navnið á gøtuni, har tey búgva, men soleiðis er støðan í løtuni í grannalagnum við brekkuna úti í Víkunum, sum formliga hevur navnið ”Kommunubrekka”.

Gøtunavnanevndin hevur til uppgávu at geva býráðnum tilmæli um m.a. gøtunøvn í kommununi, og hon er tí mannað við fólki, sum hava breiða vitan um kommununa, men í hesum føri hevur nevndin mett støðuna somikið serliga, at nevndin hevur valt at senda spurningin út til íbúgvarnar í viðkomandi grannalag til eina óformliga, vegleiðandi hoyring.

Tann 19. oktober 2009 sendi nevndin íbúgvunum við Kommunubrekku eitt skriv saman við atkvøðuseðili, har íbúgvarnir í hvørjari einstakari ogn fáa høvi at seta kross við tað navnið, sum viðkomandi heldur skal gerast framtíðar navnið á brekkuni, tvs. antin ”Kommunubrekka” ella ”Víkabrekka”.

Í veruleikanum er her talan um tvær síðuliggjandi brekkur, har ”Víkabrekka”, sum er tann sunnara, er tinglisin ferðslurættur gjøgnum privat grundøkir, men av tí at íbúgvarnir framvið ”Víkabrekku” nú hava beinleiðis atgongd til ”Kommunubrekku”, er sannlíkt, at annað veganavnið verður strikað. Áðrenn støða verður tikin til, hvat av nøvnunum skal strikast, ynskir Gøtunavnanevnd býráðsins at leggja spurningin fyri íbúgvarnar framvið hesum báðum vegunum, um hvørt av nøvnunum, tey helst vilja varðveita. Sambært tilfarinum, sum liggur frá upprunaligu navnanevndini, er grundgevingin fyri nøvnunum báðum hendan: *Víkabrekka gongur niðan við Víkará – harav navnið Víkabrekka *Kommunubrekka sigst vera fyrsti vegur, kommunan gjørdi – harav navnið Kommunubrekka Íbúgvarnir í nevnda grannalag hava møguleika at gera vart við sína støðu við at svara spurningunum og senda skrivið aftur til Gøtunavnanevndina við undirskrift í seinasta lagi 17. november 2009. Freistin at svara er sostatt úti, og sum skilst, hevur nevndin fingið svar frá fleiri. Vit frætta frá nevndini, at um onkur íbúgvi er eftir, kann viðkomandi fáa sítt svar við í viðgerðina, um borið verður skjótt at. Í næstum verður málið lagt fyri Gøtunavnanevndina aftur, sum síðan ger tilmæli til býráðið um, hvat av nøvnunum haldast skal fast við. Í Gøtunavnanevndini sita Finn Kjølbro, formaður, Ove Frederiksen og Jógvan Ravnsfjall. Skrivari og umsiting hjá nevndini er Gunnleyg K. Dánjalsson, fulltrúi.

Harleyfacadeacryl