At Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum eftirlýsir ábyrgd í fíggjarpolitikkin er neyðugt.
Fólkaflokkurin hevur ikki luttikið í kapprenningini, at renna undan Ólavsøkupakkanum. Tykist sum fleiri ikki vísa fíggjarliga ábyrgd og vilja sleppa leyst, men tað verður ein galin endi. Annars vil eg minna Eyðgunn á, at Uttanríkisráðið er tað einasta ráðið, sum í árinum hevur spart pening.
Trupulleikin við javnaðarflokkinum er, at hann altíð er har, sum pengarnir hjá hinum eru. Lættasta og mest skaðiligi fíggjarpolitikkurin í niðurgangstíðum, er at senda rokningar út og tað er tað einasta Javnaðarflokkurin vil. Tey vilja hækka skattir og avgjøld hjá borgarum og vinnu, men vilja einki gera við almenna sektorin, sum er alt ov stórur.
40% av allari tí føroysku arbeiðsmegini hevur arbeiði hjá tí almenna. Hetta tal var 32% fyri bara 7 árum síðan. Vilja vit ikki sjálvi tillaga almenna búskaskapin, so verða tað onnur sum gera tað. Tað upplivdu vit í 90-unum, tá hundratals familjur máttu frá húsi og heimi, meðan 6000 føroyingar fóru av landinum.
Føroysku familjurnar og føroyska vinnulívið hava verið noydd at tillaga seg broyttu tíðunum. Almennu Føroyar eiga at gera tað sama, tvs seta tering eftir nering.
Føroyska vinnan liggur í andaleypa og javnaðurin vil bara oysa hesa vinnu undir í rokningum. Øll lond í heiminum gera tað mótsatta. Vit kundu spurt, hvussu nógv egg vit fáa, um vit taka lívið av hønunum sum verpa.
Eyðgunn roynir at brúka Uttanríkisráðið sum dømi um Fólkaflokkin. Haldi Eyðgunn skal taka bjálkan úr eygnum eyga. CHE-samgongan stovnaði Uttanríkisráðið og Eyðgunn sum fíggjarnevndarforðmaður setti peningin av.
Síðan Jørgen Niclasen kom í Uttanríkisráðið eru broytingar hendar. Har eru 2 stovnar blivnir til 1 stovn, 2 stjórar eru nú 1 stjóri, 8 deildir eru nú 6 deildir og í Uttanríkiráðnum eru 7 fólk færri í dag enn tey vóru undir CHE samgonguni. Í ár er 1 millión skorin av Uttanríkisráðnum. Sig mær Eyðgunn, kannst tú vísa á somu gongd hjá Javnaðarlandsstýrisfólkunum?
Tað er sanniliga upp á hægstu tí, at Fólkaflokksformaðurin eftirlýsir ábyrgd í føroyskum fíggjarpolitikki.
Eyðgunn roynir at brúka Fólkaflokksungdóm HUXA sum fyrimynd. Tað gleðast vit um og vil eg her vísa á hvat HUXA sigur í síni skrá: "Fyri tað fyrsta, skulu fyritøkuskattir lækkast/avtakast, soleiðis at kappingarførið kann betrast. Samstundis skal allur stuðul til vinnulívið avtakast." Her er Fólkaflokkurin allur samdur, bæði yngri og eldri.
Vælsignaði Javnaðarfólk, tit mugu vísa ábyrgd fyri búskapi okkara, heldur enn at renna undan og leypa upp um har garðurin er lægstur.
Lat okkum í løgtinginum húsast við teimum pengum sum eru har, heldur enn bara at krevja meir pengarnar hjá teimum sum longu frammanundan hava trupult at fáa endarnar at røkka saman og einum sperdum vinnulívið.
Jákup Mikkelsen, form. Fólkaflokksins á Tingi




