Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðurlondsk stuttfilmakapping avgjørd í morgin

Oliver Joensen

Í morgin, sunnudagin, fellir avgerðin í norðurlondsku stuttfilmakappingini REClimate.

Kappingin snýr seg um at gera ein stuttfilm, sum varpar ljós á veðurlagsbroytingar. Tveir føroyskir stuttfilmar eru við í kappingini.

Tilsamans eru 126 filmar tilmeldaðir kappingina. Filmarnir sum sleppa víðari til finaluna verða vístir á United Nations Climate Summit í Keypmannahavn í desember. Hesir finalistar verða funnir gjøgnum atkvøðu á heimasíðuni www.REClimate.net.

Teir føroysku filmarnir eita Burden og The Painting, ið eru ávíkavíst nummar 76 og nummar 109 á atkvøðugreiðsluni. Eisini ber til at síggja filmarnar á heimasíðuni www.REClimate.net.

Harleywoodpaint