Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvvirkandi talgyltu veðurstøðir hjá Landsverk avloysa mannaðu fráboðanarskipanina

John William Joensen

Hettar er fyrstu ferð at vit hava kava uttan at menn á vegadeildini hjá Landsverk eru úti og kannað vegirnar, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini hjá Landsverk

John William Joensen, Norðlysið

Leygarmorgunin fór undirritaði ein biltúr við familjuni, men komin gjøgnum Norðskálatunnilin varnist eg at tað var sum á kalvabaki allan vegin oman til “brúnna um Streymin”. Frammanfyri okkum ferð bilur á glið og rennir frontalt í bilverjuna. Eg boðaði frá til Landsverk og løgregluna og tá vit koyra framvið landsfjósinum í Kollafirði møti eg tveimum bilum frá Landsverk.

Farnir yvir til talgyltaskipan
Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini hjá Landsverk, greiðir frá at stovnurin hevur sett nýggja fráboðanarskipan í verk.

– Í 70unum høvdu vit onga fráboðanarskipan, men so fingu vit nakrar sera stórar kavar og síðani vóru vaktarmenn settir, sum tríggjarferðir um samdøgrið fóru ein biltúr at kanna umstøðurnar á landsvegunum. Skipanin var ment í 80unum, men nú eru vit farnir ivir til eina skipan við sjálvvirkandi veðurstøðum, sum eru settar upp kring alt landið.

– Í fjør læntu vit ein serútgjørdan bil frá DMI og koyrdu runt á landsvegunum og funnu fram til støð, sum serliga eru útsett fyri kulda og frosti. Nýggju veðurstøðirnar eru sera framkomnar og standa í beinleiðis sambandi við heimasíðuna hjá Landsverk og umvegis hana og mobiltelefonina kunnu fólk fara inn og fáa nýggjastu metingarnar at vita.

– Veðurstøðirnar duga eisini at rokna fram í tíðina og tær taka seks mátingar um tíman. Samanlíkna vit so við fráboðanarskipanina tá menn vóru sendir út at koyra hvønn morgun kl. 5, so gav tann skipanin bert tríggjar metingar um døgnið.

– Umráðandi er at fólk eru væl skødd tá tey fara út at koyra men um so er at støð eru við hálku, so ber til at ringja beinleiðis til politi, sum far boðini víðari til vegadeildina hjá Landsverk.

– Nýggja skipanin gerð at vit fáa brúkt resursirnar betri og størri ábyrgd liggur hjá vaktarleiðaranum. Hinvegin sleppa mennirnir á vegdeildini frá at fara til arbeiðis uttan so at neyðugt er at salta ella rudda vegirnar.

Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini hjá Landsverk letur væl at fyrstu royndini við nýggju skipanini. Tað ber tó illa til at umganga at hálvt er á ávísum støðum, sum leygardagin á brekkuni niðan til tunnilin millum Fjarða – men tá gjørdi Norðlýsið rætt – at ringja til landsverk og boða frá, sigur Heini Eysturoy. Sambært honum halda tey á Landsverk eftirlit við at umstøðurnar á landsvegnum eru góðar frá klokkan fimm á morgni til klokkan nýggju á kvøldi. Um náttina verður bert salta í heilt serligum føri.

Harleyfacadeacryl