Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tann vísa konan

Oliver Joensen

Í samband við at Finn Stampe og Gigi kunnu halda silvurbrúdleyp ídag, hevur eitt vinfólk teirra sent okkum hesa søgu.

Hendan søgan er sonn. Mín góði vinur Finn Stampi fortaldi mær søguna, og havi eg mangan hugsa um hana. Í samband við at Finn og Giggi hava silvurbrúðleyp nú týsdagin, havi eg gjørt mær tann ómakin, at skriva søguna niður. Finn og Giggi hava altíð verið hjálpsom og gevandi. Og við hesari søgu, sum ikki sørt minnir um teirra vakra máta at verða uppá, fara vit at ynskja teimum hjartaliga tillukku við silvurbrúdleypsdegnum. Konan í søguni er skyldfólk hjá Finn.
Tað var einaferð ein fitt og vís kona, sum búði í einum lítlum býi í Føroyum. Hon var heimagangandi og fekst hon við alt arbeiði, sum heimagangandi konur fáast við. Ein dagin, beint upp undir jól, legði hon til merkis, at allir tríggir toysnórarnir vóru kveitir av. Hon undraðist á hví so var, men gjørdi ikki meira burtur úr tí, enn at keypa nýggjar snórar. Og sama dagin, bant hon nýggju snórarnar til snórapelarnar. Morgunin eftir mundi hon dottið upp eftir, tí tá hon aftur hendan morgunin hugdi út gjøgnum køksvindeygað, sá hon somu sjón sum dagin fyri – allir tríggir snórarnir vóru kveitir. Har var einki annað at gera, enn aftur at keypa nýggjar snórar, til at hanga upp. Men tíverri fyri hesa fittu konu, endurtók søgan seg fleiri ferðir. Hon hongdi snórarnar upp, men dagin eftir vóru teir kveitir.
Til endans bleiv tað ov mikið fyri hana, at hon gjørdi av, at finna fram til hvør tað var sum vildi henni nakað ilt, ella um tað vóru aðrar umstøður sum gjørdu, at hetta hendi. Hon kundi skjótt roknað út, at snórarnir blivu kveitir meðan hon svav. Og skuldi hon finna út av hvat ella hvør tað var sum gjørdi hetta ímóti henni, so mátti hon sita uppi eina heila nátt, fyri at eygleiða hvat tað var sum hendi. Hon so gjørdi. Í staðin fyri at leggja seg at sova á midnátt, setti hon seg á ein stól við vindeygað, fyri at lúra aftanfyri køksgardinurnar. Klokkan gekk, men har hendi einki. Dagur bleiv til kvøld og kvøld til nátt. Tá sólin reis, hevði hon einki sæð, og var hon nú sera lin. Men í tí hon skuldi reisa seg, fyri at fara til songar, sá hon brádliga tríggjar stórar smádreingir koma rennandi. Í tí at teir gingu framvið snórinum hjá henni, tóku teir ein felliknív fram í part, og kveitti hvør sín snór. Við skúlataskum á rygginum runnu teir flennandi frá gerningsstaðnum. Fitta konan stóð sum forfard aftanfyri gardinurnar í køksvindeyganum. Hon kendi væl dreingirnir, og trúði ikki uppá at teir kundi finna uppá slíkt. Men hvat skuldi hon gera? Skuldi hon ringja til foreldrini, ella fara í skúlan at tosa við dreingirnar? Men júst nú var hon so mikið lin, at hon valdi bara at fara at leggja seg. Kedd legði hon seg í songina, og lítla løtu seinni lá hon og svav.
Dagin eftir hongdi hon nýggjar snórar upp. Hon gjørdi alt tað vanliga arbeiði, sum ein heimagangandi kona ger, men allan dagin gekk hon og hugsaði, hvat hon skuldi gera, fyri at steðga hesum beistagerðum. Beint áðrenn hon skuldi fara at leggja seg, fekk hon eitt gott hugskot. Hon setti klokkuna at vekka klokkan 5 morgunin eftir – tveir tíma áðrenn hon vanliga fór upp. Klokkan 5 morgunin eftir, bleiv konan vakt av klokkuni. Hon leyp upp á føtur. Eftir at hava vaska sær, fór hon at baka piparnøtir. Hon skundaði sær so nógv sum hon kundi, tí hon visti, at umleið klokkan 7, fóru dreingir at leggja leiðina fram við hjá henni. Tá hon var liðug at baka vaflur, skundaði hon sær niður í kjallarin, og við allar megi hon átti í sær, flutti hon vaskimaskinuna út av plattinum, sum maskinan stóð á. Nú var klokkan næstan 7, so her var eingin tí at spilla. Hon lat seg skjótt í skógvarnar, fór út um, og rann so aftur um grannahúsini og har setti hon seg at bíða. Tað gekk ikki long tíð, nú sá hon dreingirnar koma rennandi. Júst sum teir høvdu gjørt fleiri ferðir frammanundan, so tóku teir felliknívarnar upp úr lumminum og kveitið snórarnar. Men í tí at teir komu rennandi yvir móti grannahúsinum – beint fram við har konan stóð og krógvaði seg, kom hon undan húsinum, og brádliga stóð hon beint frammanfyri teimum. “Hey góðu dreingir”, segði hon. “Sum tað er deiligt at síggja onkran í morgun.” “Eg havi leita og leita eftir hjálp, men eg finnið ongan”. “Vælsignaðir komið og hjálpið mær”. Dreingirnir stóðu sum Kánus. Men vóru samstundis glaðir fyri, at hon ikki hevði sæð hvat teir høvdu gjørt. “Góðu fittu dreingir kunnu tit hjálpa mær?”. “Vaskimaskinan hjá mær er farin av plattinum í morgun, og eg orki ikki at lyfta hana upp aftur”. “Kunni tit ikki hjálpa mær at seta hana uppá pláss?”. “Øhhh jú, tað haldi eg vit kunnu”. Dreingirnir vistu ikki annað at siga, tí teir vóru stak illa fyri. Teir gingu niðan móti kjallarahurðini hjá grannahúsinum. “Nei nei”, segði konan. “Eg búgvi her inni”. Og so peikaði hon yvir móti sínum egna húsi. Dreingirnir blivu sera illa við. “Vit hava sera ringa tíð…eg haldi ikki vit hava tíð…”…. “Tvass í tykkum”. “Klokkan er bara 7, so tit hava ríkiligt av tíð”. Við ringum tannabiti og ringari samvitsku, gingu teir yvir í móti húsinum har konan búði, og fóru inn í kjallarin. Teir gjørdu skjótt av – lyftu vaskimaskinuna uppá plattin, og vildu sum skjótast út úr húsinum aftur. “Tit eru fittir og óførir, tað skulu tit eiga”. “Nú skulu tit fáa okkurt aftur fyri”. “Komið líka upp í køkin við mær, so havi eg okkurt at geva tykkum”. Dreingirnir royndu alt hvat teir kundi fyri at mæla í móti. “Vit mugu fara nú, vit kunnu ikki blíva ov seinir í skúla”. “Hetta tekur ikki onga tíð – komið nú”. “Tit blíva glaðir fyri tað”. Skammfullir fóru teir upp gjøgnum trappurnar og inn í køkin hjá konuni. “Setið tykkum niður, so skal eg geva tykkum ein skjótan góðan temunn, og nýbakaðar piparnøtur aftur við”. “Tað skulu tit eiga sum eina tøkk fyri tykkara hjálpsemi”. Hon skonkti teimum uppí kopparnar, og gav teimum nakrar piparnøtir aftur við. Meðan hon gekk yvir móti køksvindeyganum, fortaldi hon teimum hvussu fittir og óførir teir vóru, og hvussu glað hon var fyri teirra hjálp. Men í tí at hon hugdi út gjøgnum vindeygað, tók hon seg um pannuna. “Nei nei nei nei”. “Ikki aftur nú”. Hon vendi sær móti dreinginum, sum næstan fingu piparnøturnar í hálsin. “Nú hevur onkur aftur kveit snórarnar hjá mær”. “Eg havi mist tali á hvussu oftani hetta er hent”. Dreingirnir hugdu uppá hvønn annan, og høvdu teir hug at tára av skuldarkenslu. “Men her er ikki nógv annað at gera, enn at hanga snórarnar upp aftur, segði hon. “Góði fitti dreingir – tíma tit at gera mær eina tænastu áðrenn tit fara avstað, og tað er at hanga snórarnar upp fyri meg”? “Eg eri so troytt av at hanga snórarnar upp, og tá eg ikki veit hvør tað er sum ger mær ónáðir, so veit eg ikki hvat eg skal gera”. Dreingirnir vóru nú málleysir, og høvdu hug at grava seg inn í veggin. Eyguni lýstu av skomm….men til endans kom eitt veikt ja frá teimum. “Túsund takk fyri”, segði konan. “Tit vita ikki hvussu glað eg eri fyri, at tit eisini tíma at hjálpa mær við hesum”. Hon pakkaði nakrar piparnøtur niður í foli, sum hon so stappaði niður í skúlataskurnar hjá teimum. Fetini hjá dreinginum vóru sera tung, tá teir gingu út úr húsinum og yvir at snórapelunum. Meðan teir bundi og spentu snórarnar til pelarnar, stóð konan eygleiddi teir í kjallarahurðini. Tá teir vóru lidnir, takkaði hon teimum mangar ferðir fyri hjálpina og gav teimum eina 10 krónu í part. Teir kláraðu ikki at hyggja uppí í eyguni á henni, men við veikum røddum stamaðu teir takk. “Nú mugu tit skunda tykkum”, segði hon við teir, “tí annars blíva tit for seinir í skúla” Og meðan teir tóku beinini á nakkan, stóð hon í hurðini og veittraði farvæl. “Jesuspápi signið tykkum fyri tykkara hjálpsemi – og gleðilig jól”, vóru tey síðstu orðini dreingirnir hoyrdu.
Nú eru nógv ár síðani hetta hendi, og eru dreingirnir nú blivnir stórir menn. Men um tú í dag koyrir framvið húsinum, har hendan vísa kona býr, so hanga enn somu snórar uppi, sum dreingirnir fyri mongum árum síðani hongdi upp fyri hana.
Tilluku við silvurbrúdleypsdegnum og takk fyri at tit altíð eru so fyrikomandi, blíð og hjálpsom.

Ein vinur