Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Russar seta fram sektaruppskot í morgin

John William Joensen

Hanus Hansen reiðari sigur at russisku myndugleikarnir fara at koma við sektaruppskotið í morgin

Í dag var skiparin á Skálabergi til samráðingar við russisku myndugleikarnar í Murmansk og sambært reiðaranum, Hanus Hansen, fara russisku myndugleikarnir at seta fram sektaruppskot í morgin.

– Um alt gongur sum vit vóna so kann Skálaberg byrjað at siglað heim í fyrstalagið leygardagin. Í løtuni vita vit ikki hvussu stórt kravið verður frá russisku myndugleikunum, men vit hava fingið at vita at eitt uppskot kemur í morgin, sigur Hanus Hansen í stuttari viðmerking.

Umstøðurnar góðar umborð
Sum Norðlýsið skilir eru umstøðurnar góðar hjá manningini sum er umborð á Skálabergi – hóast longu bíðitíðina.

Enn er goymslan við drekki vatni ikki tóm, men tá skipið hevði ligið eina viku fór vatnið sum verður brúkt at vaska við at ganga undan. Ti kom ein russiskur tangabátur út til Skálaberg við vatni, men av tí at hetta vatnið hevði verið í oljutangum – hongur lukturin av olju við.

Vatnið í brúsunum luktar av olju, skrivaði ein av manningini í telduposti til Norðlýsið gjárakvøldið.