í Degi og viku í kvøld váttaði stjórin í JFK, Hanus Hansen, páhaldið um at føroyskir myndugleikar hava fløkt málið um Skálaberg
Hanus Hansen, reiðari hjá Skálaberg, loysti frá posabandinum í kvøld og segði millum annað at baði løgting, landsstýri og fiskimálaráði vita at danska sendistovan í Ruslandi í eina viku hevur bíðja eftir einum veðhaldi frá føroysku myndugleikunum.
– Høvdu føroysku myndugleikarnir borið skjótt at, so var Skálaberg sloppin leysur fyri einari viku síðan, segði ein týðuliga frustreraður Hanus Hansen.
Jacob Vestergaard, segði at føroyskir myndugleikar kundu ikki uttan víðari útskrivað ein kekk til Russar uttan at vita hvussu stórur hann skuldi verða.
Norðlýsið hevur allan dag roynt at fingið viðmerkingar frá danska uttanríkisráðnum um tvídráttin millum føroyskar og russiskar myndugleikar, uttan at hetta hevur eydnast okkum.




