Eins og undanfarin ár, verður skipað fyri føroyskari jólagudstænastu í tí sera hugnaligu ensku kirkjuni í Oslo, Skt. Edmund Church. Hon liggur á Møllergaten 30, nær við Youngstorgið.
Jólagudstænastan verður sunnudagin 13. desember kl. 15.
Gudstænastan verður skipað sum ein vanlig føroysk jólagudstænasta við kendum jólasálmum, prædiku yvir jólaevangeliið og framførsla av sangi. Í ár verður tað føroyska operasangarinnan Elsa Súsanna Dalsgaard, ið býr í Oslo, sum kemur at syngja móti endanum av gudstænastuni.
Eftir gudstænastuna verður høvi til sosiala samveru, tá farið verður niður undir í tann hugnaliga kirkjukjallarin, har bjóðað verður kaffi, saft og kakur o.a.
Kanska kemur onkur serligur eisini at geva børnunum ein lítlan pakka…?
Øll eru hjartaliga vælkomin til hetta tiltak.




