Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sum vit skilja støðuna so er tað russiska hervaldið, sum hevur lagt hald á Skálaberg

John William Joensen

sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, sum váttar at fiskiveiðusamráðingarnar ikki kunnu halda fram so leingi sum føroysku myndugleikarnir ikki hava álti á russiku myndugleikunum.

Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum er sera vónsvikin av russisku myndugleikunum og hann er farin at ivast í um tað er vert at samráðast um sáttmála við eina tjóð, sum sínir slíkan atburð, sum russar hava gjørt í málinum um Skálaberg.

– Vit eru sera vónsvikin av russika embætismannaverkinum og teimum myndugleikum, sum vit hava samskift við.

– Vit hava fleiri ferðir hildið okkum havt eina avtalu, um Skálaberg, men so bráddliga uppstendur ein nýggj støða og vit verða vístir til aðrar myndugleikar – samstundis sum teir ið vit hava tosað við vaska hendur.

– Sum eg skilji málið, so hevur russika hervaldið yvirtið leiklutin hjá russiska fiskiveiðueftirlitinum og tað er sostatt russiska milliterið, sum afturheldur skipinum.

– Russar hava undir samráðingunum sett sera órímilig krøv har teir m.a. hava kannað sær rætt til at leggja hald á skipið.
Men enn hevur ikki eydnast okkum at fingið greitt at vita hvat teir í veruleikanum krevja og so leingi, sum einki krónutal er nevnt, kunnu vit ikki taka støðu til møguligt veðahald.

Fiskiveiðusamráðingarnar kunnu bíðja
Jacob Vestergaard, landstýrismaður í fiskivinnumálum váttar at samráðingarnar millum Føroyar og Russland um sína millum fiskiveiðu eru slitnaðar.

– Vit eru ikki heilt samdir um kvotabýti – men tað er ikki stóri trupuleikin. Trupuleikin er framferðin hjá Russum í málinum um Skálaberg. Russar kunnu ikki bara taka eitt heilt skip og halda tað aftur vegna smálutir – og sum støðan er í løtuni eri eg farin at ivast í um ein kann gera avtalu við eitt land sum førir seg fram á slíkan hátt.

– Tað seinasta, sum vit vita, er at málið nú endar í rættinum og so mugu vit síggja hvat tað førir við sær.

– Men soleingi sum Skálaberg liggur í Murmansk verða ongar samráðingar við Russar um fiskiveiðurættindi.

Skálabergmálið ein gøla
Jacob Vestergaard sigur at málið um Skálaberg er sera álvarsamt.

– Hetta er eitt sera stórt mál sæð við føroyskum eygum. Um talan hevði verið um donsk viðurskiftið so er málið at líkna við um russar høvdu lagt halda á MAERSK konsernina.

– Tí er møguleiki fyri at málið endar hjá danska uttanríkisráðharranum. Eg veit tó ikki hvussu danskir myndugleikar raðfesta diplomatisk mál og hvat skal til fyri at slík mál enda á borðinum hjá danska uttanríkisráðharranum – men tað er eingin ivi um at eftir føroyskum málistokki er talan um eitt stórmál.

Harleyfacadeacryl