Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Høgni: – Hendan vikan verður avgerandi

Jóhann Lützen

– Eg havi framvegis vónir um at fiskivinnunýskipanin verður framd við undirtøku frá samgonguni og møguliga øðrum við, og tað verður hendan vikan sum fær tað fult í ljós, sigur Høgni Hoydal.

Norðlýsið fekk orðið á Høgna Hoydal og spurdi m.a um fiskivinnunýskipanina og veljarakanningina, sum Norðlýsið gjørdi í samstarvi við Fynd. 

Vit spurdu um fiskivinnunýskipanina, hvat hendir eftir 1. januar 2018 um ongin loysn verður funnin.

– Eg longi ikki loyvini, slær Høgni Hoydal fast. 

Spurdur um veljarakanningina sum Norðlýsið gjørdi í samstarvi við Fynd, sigur Høgni at tað var væntandi við einari afturgongd. Eg hevði tó vænta eitt verri úrslit. Veljarakanningar fáa ikki okkum at broyta tey málini sum vit vunnu valið uppá, sigur Høgni Hoydal 

Sí samrøðuna við Høgna Hoydal niðanfyri.

Harleywoodpaint