Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gevur onga meining at blanda fiskivinnupolitikk og umfordeiling av samfelagsvirðunum saman

John William Joensen

Sjórnmálafrøðingurin, Jógvan Møkrøre, legði fram úrslit av veljarakanning á fundi við umboð fyri politisku flokkarnar í Norðoyggjum, á redaktiónini hjá Norðlýsinum. Hann staðfesti at støðan í samfelagnum líkist støðuni í 1980unum. Tá var vinnan fullkomiliga tengd at landskassanum. Nú er støðan tann øvugta. Nú er landskassin fullkomiliga tengdur, at beinleiðis stuðli (gjøldum) frá fiskivinnuni. Løgtingið megnar ikki at gera fíggjarlóg uttan at vita hvussu høg gjøldini verða frá fiskivinnuni. Hetta er ræðandi tí inntøkurnar hjá ali- og fiskivinnuni eru í hæddini í løtuni.

Á fundinum staðfesti Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur, at tilfeingisrentan var ein fiktión, sum hoyrir heima í einum teoretiskum kjaki. Kjakið um tilfeingisrentu kundi kanska verið brúkt til nakað praktiskt, um vit høvdu ein fiskastovn, sum vit høvdu fult kontrol á, men soleiðis er støðan ikki, tí við hava ein hóp av fiskasløgum og sera ymiskt samansettari fiskivinnu.

– Ketan er lopin av fyri fleiri árum síðan. Man hevur blanda fiskivinnupolitikkin, burðardyggan fiskiskap oso.fr. uppí eitt kjak um umfordeiling av samfelagsvirðunum. 

– Tjóðveldisflokkurin, sum hevur gjørt seg til talsmann fyri at landskassin skal ikki verða tengdur at blokkinum úr Danmark, tí hann skapar innflasjón o.a., er í hesum døgum talsmaður fyri at gera landskassan tengda at beinleiðis av rentu frá vinnuni. Norrmenn koyra allar inntøkur frá ojuvinnuni í ein oljugrunn, sum virkar sum ein pensjónsgrunnur.

– Í Føroyum leggur man inntøkurnar í landskassan, og hvat hendir? Fleiri krøv um undirsjóvartunnlar, hægri lønir oso.fr..

– Støðan á pensjónsøkinum er tragiskt, tá hugsað verður um, at vit júst hava havt eina samgongu, sum var ákærd fyri at forskatta pensjónir. Nú hava vit eina samgongu, sum eisini skal eftirskatta pensjónirnar. Tey sum hava spart upp og goldið til pensjónir verða nú fráskorðin frá at fáa útgjald av tí, sum tey sjálvi hava goldið til.

– Eg haldi at tað er sera óheppið, at kjaki um fiskivinnunýskipan og ein fiskivinnumarknað, sum serliga Tjóðveldi koyrir hart við, verður drivið fram av tosið um rættvísi. Hetta hongur als ikki saman, tí ein marknaður fer ongantíð at skapað nakað rættvísið. Ein marknaður skapar bara vinnarar og taparar. Tað fer uppboðssølan hjá landsstýrinum eisini at gera. Men so ger man fleiri bindingar og reguleringar, sum skulu fáa uppboðssøluna, at verða meira rættvísa. Tá gevur tað nógv betur meining at tú stýrir útlutingini av veiðuloyvum politiskt beinan vegin. Í staðin eru vit endaði við einari sera fløktari og torskildari skipan, sum eingin fær høvd ella hala á, og sum ei minni gevur nakra meining, segði Jógvan Mørkøre m.a. í kjaki við umboð fyri lokalfeløgini í Norðoyggjum.