Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

100 pund uppá stampin hjá Bragd

Jákup Ósá

– Vit hava selt fyri yvir 100.000 krónur tilsamans fyri hesar báðar dagarnar vestanfyri, og tað eru vit nøgdir við, sigur Oddmar Niclasen. 

Oddmar Niclasen, skipari á Bragd, letur hampiligt at fiskiskapinum vestanfyri, har teir hava roynt í dag og í gjár.

– Vit hava knapt 10.000 pund fyri hesar báðar dagarnar. Í dag hava vit 100 pund uppá stampin. Vit hava selt fyri yvir 100.000 krónur, og tað eru vit nøgdir við, sigur Oddmar Niclasen við Norðlýsið. 

Hann sigur, at teir avreiða í Klaksvík í dag og fara avstað aftur í kvøld.

Harleywoodpaint