Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan og H71 hóskvøldið

Oliver Joensen

Lagt er upp til ein spennandi dyst, tá Stjørnan hóskvøldið tekur ímóti H71

H71, sum er nýtt lið í bestu deildini, hevur staðið seg rímiliga væl, og hevur higartil fingið 6 stig. Stjørnan hevur 4 stig. Seinast liðini hittust var í Hoyvíksøllini. Dysturin var javnur spenndandi og endaði við, at H71 dróg longra stráið og vann 25-22. Viðmerkjast skal, at til tann dystin sat stjørnuleikarin Tóra Eliasen uttanfyri við skaða, men er tøk aftur.

Tað er umráðandi hjá Stjøruni at vinna dystin og fáa harvið fáa tvey stig á kontoina. Vit rokna við einum jøvnum og spennandi dysti, sum kann fara báðar vegir.

Dysturin byrjar kl. 18.30.