Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík vann seg uppá 12 stig

Jákup Ósá

Við einum Sámal á Tjladrafløtti í toppformi eydnaðist tað Team Klaksvík at vinna á Skála. Sigurin merkir, at Team Klaksvík er komið uppá 12 stig og enn eru vit ikki komin í desember. 

 

Bæði liðini vóru nakað skerd til dystin á Skála. StÍF manglaði Svein Justinussen, meðan Team Klaksvík manglaði Ludvík Súnason. Team Klaksvík fekk betri byrjan og var á odda allan fyrra hálvleik. Gomgdin var tann sama í seinna hálvleiki. StÍF nærkaðist til tíðir, men Team Klaksvík hevði leiðsluna. At enda vann útiliðið 28-23. Toppskjútti hjá Team Klaksvík var Sámal á Tjaldrafløtti við heili 10 málum, meðan Jóannes Prestá skoraði 6 mál fyri StÍF. 

 

Við sigrinum er Team Klaksvík komið uppá 12 stig. Við tað at bæði H71 og VÍF taptu, so er Team Klaksvík av álvara við í kappingini um seinna finaluplássið aftaná Neistan, sum er greitt oddalið. Team Klaksvík liggur í løtuni á 3. plássi við 12 stigum, trimum færri enn H71 á 2. plássi og tveimum fleiri enn VÍF á 4. plássi.