Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Norðlýsið í nýggjari útgávu

Jóhann Lützen

Sum tann gløggi hyggjarin hevur lagt merki til hevur heimasíða okkara fingið eina yvirháling. Vit ynskja støðug at menna miðilin og mugu fylgja við tíðini.

Hetta er fjórða útgávan av heimasíðu okkara. Norðlýsið er miðdepil fyri tíðindum og boðskapum í Norðurøkinum. Í blaði okkara og netútgávuni finnast dagliga hópin av boðskapum, m.a. tíðindi, ítróttarboðskapir, politiskir boðskapir, mentanarboðskapir, handilsboðskapir og gleðiboðskapir.

 

Form og innihald

Hóast sniðið er munandi broytt er innihaldið hitt sama. Vit eru enn sum áður røddin í landnyrðingsføroyum og halda fast um kósina sum fyrsti stjórin stakk út í kortið í 1915.

 

Fleiri og betri lýsingarpláss

Vit eru fegin um at hava fingið enn betri møguleikar at hýsa handilslýsingum. Hetta merkir samstundis at fyritøkur og stovnar fáa sínar boðskapir enn betri út til stóru lesarafjøldina sum dagliga vitjar á heimasíðuni.

 

Gomul tíðindi

Vit eru fegin um at hava fingið lagt okkara gomlu útgávur í nýggju útgávuna. Norðlýsið fór á netið í 2002 og hava síðani haft 4 útgávur. Í skiftunum hava vit ikki fingið tilfari – myndir og greinar – við í nýggju útgávurnar, men tað hava vit nú. Hetta merkir at heimasíðauútgávan tú nú er inni á, er full av greinum heilt aftur til byrjanina av hesari øldini.

 

Optimera til fartelefonir

Tit sum vitja heimasíðuna við fartelefon, síggja at hon er optimera til fartelefonir. Fleiri og fleiri nýta fartelefonina at fáa síni tíðindir og hava vit tískil ynskt at betra um upplivingina hjá vitjandi við fartelefonum.

 

Bloggur

Vit hava fingið trý fólk at siga teirra hjartans meining um hvat tey nú hava hug at hava eina hjartans meining um. Teirra hugleiðingar skulu gjarna fáa lesaran at nikka ella rysta við høvdinum, smíla ella suffa.

 

Vit takka øllum fyri ovurstóra áhuganum okkara miðil hevur. Yvirhálingin er ein liður í áhaldandi menningini av miðili okkara, hetta arbeiði heldur aldrin uppat. 

 

Vinarliga

Jóhann Lützen, stjóri