Á býráðsfundi mánakvøldið 27. november varð fíggjarætlanin fyri 2018 samtykt.
Høvuðstølini í fíggjarætlanini
Inntøkur: 93.052.000 kr.
Rakstrarútreiðslur: 76.971.000 kr.
Íløgur: 38.110.000 kr.
Skattaprosent: 21,5
Barnafrádráttur: 5.000kr.
Gjald fyri pláss á dagstovni
– Børn undir 3 ár 1.995 kr. um mánaðin.
– Børn yvir 3 ár – farið verður í skúla – 1.600 kr. um mánaðin.
– Frítíðarskúlabørn: 950 kr. um mánaðin, 11 mánaðir um árið.
Avsláttur verður latin teimum foreldrum, ið hava tvey ella fleiri børn á dagstovni í kommununi.
Skipanin er soleiðis, at:
– Fyri yngsta barnið verður rindað fult gjald
– Fyri næstyngsta barnið verður latið 25 prosent í avsláttri
– Eldri børn eru ókeypis
Íløgur
Íløgurnar á 38.110.000kr. verða fíggjaðar við 18,5mió. í lántøku. 22.029.000kr. verða fíggjaðar yvir raksturin og við tøkum peningi.
Ìløgurnar verða býttar soleiðis:
– 32 mió. verða brúktar til at byggja nýggjan skúla og ítróttarhøll við Streymin.
– 4,1 mió. verða brúktar til at byggja skýlið og annað á ítróttarøkinum við Margáir.
– 2 mió. verða brúktar til aðrar íløgur.
Nettoskuldin hjá Sunda kommunu er 18 mió. Fíggjarætlanin javnvigar við 115.081.000 mió.


