Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vinnunevndin útsett viðgerð av fiskivinnunýskipanini

John William Joensen

Bjørt Samuelsen, nevndarforkvinna í  Vinnnunevndini hjá Løgtinginum, váttar fyri Norðlýsinum at nevndin kemur ikki saman aftur fyrr enn mánadagin.

Forkvinnan segði í gjár við Norðlýsið at nevndin var farin at skrivað álit í málinum um fiskivinnunýskipanina, men hon legði samstundis dent á at eingin semja var í samgonguni og at hóast semjan nærkast so var hon ikki komin undir land enn.

Formaðurin í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, Heðin Mortensen, segði í gjár við Norðlýsið at hann verður ikki tøkur fyrr enn mánadagin og í gjárkvøldi váttar Bjørt Samuelsen, at nevndin hevði útsett viðgerðina til mánadagin.

Sum vit hava skrivað áður er uppboðssølan farin at nærkast teimum 15 % og sum skilst er skotið upp at millum 15% og 25% skal um uppboðssøluna. Sostatt verður skilnaður gjørdi millum ymisku fiskasløgini um hvussu nógv skal um uppboðssøluna.