Í ár eru 125 ár liðin, síðan Viðareiðis kirkja varð vígd hin 20. novembur 1892.
Í hesum sambandi verður hátíðarguðstænasta í Viðareiðis kirkju nú sunnudagin – hin 10. desembur – kl. 17.00.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at prædika.
Í sambandi við føðingardagin hjá kirkjuni heitti kirkjuráðið fyrr í ár á Paulinu Eliasen á Syðradali um at gera ein nýggjan viólbláan messuakul til Viðareiðis kirkju við Luther-rósuni sum motivi. Nýggi messuakulin verður tikin í nýtslu henda dagin.
Eftir guðstænastuna eru øll boðin til ein nátturðabita í Missiónshúsinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin!


