Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lágtrýstið nærkast

Hanus Kjølbro

Miðjan á lágtrýstinum strekkir seg ímóti Føroyum, er nú einar 200 fjórðingar ein útsynning úr Føroyum.

Enn er økið við vindi ikki komið so nær, at vit merkja nakað til tað, men regnið, vit hava í løtuni, stavar frá lágtrýstinum. Regnið fer at halda á allan dag, til einaferð eftir nátturða, tá ið tað fer at vera turt í eina løtu.

Vindferðin er – seint á fyrraparti – eitt lot úr ymsum ættum. Nakrar tímar út á seinnapartin verða 10 til 15 m/s av landnyrðingi-eystri. Í kvøld veksur vindurin eitt sindur – á midnátt eru 15 til 20 m/s av landnyrðingi.

Eftir midnátt veksur vindurin, og ættin flytur seg ímóti norði. Klokkan 6 í morgin ári verða eftir øllum at døma 20 til 25 m/s av beinum norði. Meiri vindur vestanfyri enn eystanfyri.

Saman við vindinum kunnu vit vænta regn – seinni vátakava ella kava. Alt velst um, hvussu skjótt tað kølnar.

Gevið gætur, at tølini omanfyri eru miðalvindur. Allar ættir fara so ymiskt við sær kring landið – góðar ættir og ringar ættir. Í støðum fara vindmátarar at vísa heilt nógvan vind.

Allan dagin í morgin verður útnyrðingur-norðan, 20 til 25 m/s – og ælingar við vátakava ella kava.  

Harleywoodpaint