Sølustjórin hjá samtakinum Christian í Grótinum: Má tala at. Myndin (Red: niðast undir greini) vísir kvoturnar seinastu 9 árini og 2018. Hoyrdi tingkvinnuna úr Norðoyggjum siga, at allir verðandi aktørar fingu meir í 2018 enn teir hava fingið seinastu 10 árini, og at tað í nýggja uppskotinum afturat hesum var pláss til nýggj økir í landinum.
Grafurin vísir kvoturnar fyri Norðborg og Christian í Grótinum.
Miðaltølini fyri sild og makrel eru ávíkavist 19.153 og 14.338. Tølini fyri 2018 verða 12.700 og 9.100. Altso ein niðurskurður í mun til miðal seinastu 10 árini uppá 6.453 fyri Sild og 5.238 fyri makrel.
Og tað fellur mær fyri brósti, tá slík ósannindi verðu søgd á okkara háttvirda tingið, Hevði verið gott við eini rætting.




