Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nýggja býráðshúsið í Eystur Kommunu – sum skorið úr svørðinum

Oliver Joensen

Í dag varð nýggja býráðshúsið tikið í nýtslu og sigast má, at tað tekur seg væl út og er eitt frambrot í føroyskum arkitektoniskum sniði. Arkitekturin segði í røðu síni at hann vildið lýsa húsið sum at hann hevði skorið í svørðin, lyft svørðin upp og stungið umsitingarvirksemið hjá kommununi undir og síðani lagt svørðin oman yvir aftur.

Norðlýsið var við til móttøkuna í dag, viðtalur við borgarstjóran og arkitektin eru aðrastaðni her á síðuni. Her nakrar myndir frá í dag: