Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein klaksvíkingur afturat til Skála

Jákup Ósá

Fyrrverandi ársins leikari og toppskjútti hjá KÍ skiftir felag.

Tað verður ein innrás av fyrrverandi KÍ leikarum á Skála í 2018.

 

Skála hevur sett klaksvíkingin Eyðun Klakstein sum høvuðsvenjara fyri 2018. Eisini hevur felagið styrkt seg við fyrrverandi KÍ miðverjanum Ahmed Mujdragic og fyrrverandi KÍ miðvallarleikaranum Niels Paula Danielsen.

 

Nú ljóðar fyri vist, at ársins leikari hjá KÍ í 2015, Heðin Klakstein, fer at skifta til Skála. Heðin hevði eitt framúr kappingarár í 2015, men hevur síðani tá havt trupult við at vunnið sær pláss á KÍ liðnum. Nú verður tað so undir pápa sínum, at Heðin Klakstein fyri fyrstu ferð fer at umboða annað felag enn KÍ, um hald er í søgunum. Skála hevur enn ikki kunngjørt skiftið.