Liðskiparin fer til annað felag.
07 Vestur skrivar á síni heimasíðu, at liðið missir Holgar Djurhuus, sum í fjør var liðskipari hjá vágaliðnum.
07 Vestur skrivar soleiðis á síni heimasíðu:
Mest leikandi, toppskjútti og liðskipari okkara, Holgar Durhuus, hevur fingið sáttmála í Noregi, har hann skal spæla við Kvik Halden. Vit takka Holgari fyri tíðina og tað, hann hevur lagt eftir seg í 07 Vestur. Kanska vit fáa hann aftur einaferð.
Við 201 dystum og 62 málum er vestmenningurin samanlagt bæði mest leikandi og mest skorandi leikari okkara. Hann hevur verið við síðan byrjanina, bert undantikið eitt ár. Tað skal hann hava okkara tøkk fyri!
Nýggja felagið er úr Halden í Østfold í landsynningspartinum av Noregi, heilt niðri ímóti svenska markinum. Kvik Halden er stovnað í 1906, og hevur vunnið ein størri heiður, júst fyri 100 árum síðan, í 1918, tá teir vunnu norsku steypakappingina. Kvik Halden spæla í 4. bestu deildini (“Norsk Tipping”-deildini) í Noregi.



