Men helst var talan ikki um størri tap enn ein kundi vænta.
Tað var ongantíð spenningur í, tá Føroyar leiktu fyrsta HM undankappingardystin í manshondbólti móti Ukraine.
Ukraine legði seg á odda beinanvegin við fleiri málum og í grundini var ongantíð ordiligur spenningur í dystinum. Tað var kanska heldur ikki væntandi, tí Ukraine var stórfavorittur undan dystinum. Í hálvleikinum var støðan 17-13. Í seinna hálvleiki øktist munurin og endaliga støðan gjørdist 30-22. Talan er um at kalla nýggja byrjan hjá føroyska liðnum, har nógvir leikarar ikki hava spælt saman nakað nevnivert áður, so helst var úrslitið á einari leið. Toppskjútti hjá Føroyum var Peter Krogh við 7 málum. Annars kann nevnast, at fyrsti A-landsliðsleikarin hjá Team Klaksvík nakrantíð, Sámal á Tjaldrafløtti, skoraði tvey mál í sínum fyrsta skrásetta landsdysti.
Fríggjadagin spælir Føroyar móti Rumenia.



