Smáar innari rivur í legunum hava kostað vindmylluframleiðarum milliardir av krónum. Danski grunnurin Innovationsfonden ger nú íløgur í eina nýggja granskingarverkætlan, sum skal royna at finna eina loysn uppá trupulleikan.
Hilmar Kjartansson Danielsen, ph.d. í tilfarsverkfrøði, er seniorgranskari á DTU Vindenergi. Hann skal standa á odda fyri stóru verkætlanini, sum júst hevur fingið játtað 18,3 mill. kr. í stuðli frá Innovationsfonden.
Tað er gaman í at nýta tilfarið á gransking.fo, bara keldan verður upplýst.



