Neistin tekur ímóti leygarkvøldið.
Leygarkvøldið spælir Team Klaksvík sín einasta útidyst í bólkaspælinum í steypakappingini. Byrjað verður á útivølli móti oddaliðnum í landskappingini, Neistanum. Dysturin í Høllini á Hálsi byrjar kl. 18.00. Hini liðini í bólkinum eru Kyndil og H71 2. Tvey lið fara víðari til hálvfinalurnar.


