Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bragd fiskað 33.000 pund á fýra túrum hesa vikuna

Jákup Ósá

Bragd avreiddi í kvøld.

Bragd avreiddi í kvøld á seinasta túrinum hesa vikuna og sigast má, at talan hevur verið um eina góða viku hjá hesum útróðrarbátinum.

 

Bragd hevði 8500 pund í dag og á sínum fýra túrum hesa vikuna hevur Bragd havt góðan fiskiskap. Bæði týsdagin og mikudagin hevði hann 9000 pund. Tilsamans fiskaði Bragd áleið 33.000 pund teir fýra túrarnar, sum hann gjørdi hesa vikuna. Tað má sigast at vera góður fiskiskapur. Vit hava ikki frætt frá hinum bátunum í dag burtursæð frá, at Líðhamar hevði knapt 6000 pund.