Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eli Hentze hevur hendan ynskisbólkin til Nations League

Jákup Ósá

Mikudagin verður lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League í heyst. U21 landsliðsvenjarin er biðin um at koma við sínum ynskislutakasti.

Hvør bólkur skal mannast við fýra liðum, einum úr hvørjum potti av hesum:

Pottur 1: Azerbaijan, FYR Macedonia, Belarus, Georgia
Pottur 2: Armenia, Latvia, Faroe Islands, Luxembourg
Pottur 3: Kazakhstan, Moldova, Liechtenstein, Malta
Pottur 4: Andorra, Kosovo, San Marino, Gibraltar

 

Aserbaijan, Føroyar, Liktenstein og San Marino

Soleiðis sær ynskisbólkurin hjá U21 landsliðsvenjaranum Eli Hentze út.

– Hóast styrkilisti hjá FIFA ikki fortelur alla søguna um styrkina hjá londum, so er tað ein ávís ábending. Nevndu lond eru øll nakað niðanfyri Føroyar í styrkismetingini. Eg havi ikki stóra vitan um júst hesi londini. Hvussu tey hava avrikað seinastu tíðina, men vildi hildið, at føroyingar hava møguleikar at vinna sigrar í hesum bólkinum. Av liðunum í sterkasta bólkinum hevði eg ímyndað mær, at Makedonia var tað sterkasta. Í niðasta bólkinum er best at sleppa undan Kosovo, sigur Eli Hentze, sum annars metir, at føroyska liðið hevur møguleikar móti øllum 15 tjóðum, ið vit kunnu møta í undankappingini í Nations Cup seinni í heyst.

 

Lutakastið til Nations League verður mikudagin kl. 11.00. Teir seks dystirnir vera spældir í september, oktober og november í ár.