Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dollin: Havnarmaðurin sum broytti heimssøguna

Jóhann Lützen

Mikukvøld 24. januar kl. 19.30 verður Miðvika í Hoyvíkar kirkju, har Óli Jacobsen, rithøvundur, fer at greiða frá um havnarmannin Dollan, ið fekk ein heilt serligan leiklut úti í heimi. Óli hevur skrivað bókina “Dollin: Havnarmaðurin, sum broytti heimssøguna”.

Daniel J. Danielsen, kallaður Dollin, fór í 1901 til Congo sum trúboðari. Í 1903 varð hann skipari á eini kanningarferð, sum staðfesti eitt satt ræðustýri hjá belgiska konginum Leopold 2.

Heim aftur komin til Bretlands seinni sama ár, fór Dollin undir eina fyrilestrarferð um ræðustýrið í Congo. Her vísti hann eisini sínar egnu fotomyndir, m.a. av fólki við avhøgdum hondum.

Hetta skapti øsing millum fólk og legði grundarlagið fyri eini fólkarørslu í Europa og USA, sum í 1908 noyddi Leopold kong at lata Congo frá sær sum sína persónligu ogn.

Hesin leiklutur hjá Dollanum hevur verið burturtagdur og gloymdur í meira enn 100 ár, og onnur hava fingið æruna av avrikinum hjá honum. Men hesin leiklutur hjá Dollanum verður nú viðurkendur av fremstu søgumonnum á hesum øki úti í heimi.

Hesum fer Óli Jacobsen at greiða nærri frá á Miðvikuni í Hoyvíkar kirkju komandi mikukvøld kl. 19.30. Vístar verða eisini søguligu myndirnar hjá Dollanum.

Eftir framløguna verður drekkamunnur og tá hava fólk eisini høvi at seta Óla spurningar.
 

Harleyfacadeacryl