Útfrá ynskjunum frammanundan, so var eitt lið keðiligt, meðan hini bæði vóru hampiliga góð hjá Føroyum at fáa í Nations League lutakastinum.
Azerbaijan, Føroyar, Malta og Kosovo. Tað bleiv bólkurin, sum Føroyar fingu í fyrstu Nations League kappingini. Skulu vit meta útfrá, hvat føroysk umboð ynkstu frammanundan, so kundi lutakastið nokk verið betri, men kanska eisini verri. Føroyar sluppu frá at møta Kasakhstan, sum var stórt ynski hjá mongum. Men hinvegin møttu Føroyar Kosovo úr veikasta bólkinum og tað var av teimum flestu mett sum keðiligasta lutakastið av øllum. Malta var helst besta lutakastið, tí úr triðja styrkisbólki var ynski hjá nærum øllum at fáa Liechtenstein ella Malta. Úr ovasta bólki kom Azerbaijan. Sambært m.a. Ivan Eginsson Eysturland, so helt hann fyri, at hetta var sterkasta liðið í allari kappingini, meðan aðrir høvsu Azerbaijan sum sítt ynskismótstøðulið. Føroyska U21 landsliðið hevur áður fingið góð úrslit móti Azerbaijan.




