Saman við øðrum, hugnaði Elin Lindenskov um, við síni workshop, har børn og foreldur kundu læra nakað um, hvussu ein evnar stearinljós til.
Vit stukku inn á gólvið við myndatóli okkara og fingu nakrar myndir, av sera hugnaligu og væl skipaðu løtuni. Ein pottur við heitum stearini stóð á gólvinum og luttakararnir fingu frálæru um, hvussu farast skuldi fram. Fyri at fáa tey snøggastu stearinljósini burturúr, skuldi eitt ávíst handalag til og tað var tað, Elin Lindenskov hevði frálæru í.




















