Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík móti H71 2

Jákup Ósá

Team Klaksvík spælir leygarkvøldið týðandi dyst í bólkaspælinum í steypakappingini. H71 2 vitjar og kravið til Team Klaksvík er at vinna, um møguleikin fyri at koma í hálvfinaluna skal varðveitast. Bæði liðini taptu sín fyrsta dyst í bólkaspælinum, har Neistin og Kyndil hava fult stigatal og møtast innanhýsis sunnudagin.

 

Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar leygarkvøldið kl. 18.00.