Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

– Vit hava brúk fyri norðoyingum í Badmintonhøllini í kvøld

Jákup Ósá

– Vit í Team Klaksvík hava ongantíð verið nærri at komið í hálvfinalu í bestu deildini, men talan verður um sera truplan dyst, og tí hava vit brúk fyri stórari áskoðarafjøld í rygginum, sigur Andrias Ellingsgaard, ið hevur verið partur av Team Klaksvík í nógv ár.

Leygarkvøldið er ein tann størsti dysturin í søguni hjá besta liðnum hjá Team Klaksvík, sum bleiv stovnað í 2006. Team Klaksvík spælir á heimavølli móti Kyndli í bólkaspælinum í steypakappingini, og fær Team Klaksvík stig, so er Team Klaksvík í hálvfinaluni. Ein kann siga, at fær Team Klaksvík stig, so verður talan um søguligan dag, tí besta mansliðið hevur ongantíð áður verið í hálvfinaluni.

 

 

Ongantíð verið nærri

Andrias Ellingsgaard er liðskipari hjá Team Klaksvík og er ein av leikarunum, sum hevur verið við í nógv ár. Hann staðfestir, at Team Klaksvík hevur spælt seg í eina spennandi støðu.

– Vit hava ongantíð verið nærri at komið í hálvfinalurnar. Men tað krevst at fáa stig í hesum seinasta dystinum, annars eru vit útslignir. Vit eru eisini væl vitandi um, at hetta verður ein sera trupul dystur. Tí hava vit brúk fyri, at norðoyingar koma í Badmintonhøllina leygarkvøldið og geva okkum fyrimunin av heimavøllinum. Vit hava brúk fyri fullari høll, um vit skulu hava optimalar umstøður at spæla okkum í hálvfinaluna, sigur Andrias Ellingsgaard við Norðlýsið.

Støðan í bólkinum er tann, at Neistin hevur 4 stig, meðan Team Klaksvík og Kyndil hava 2 stig frammanfyri H71 2, ið einki stig hevur. Endar dysturin við javnleiki, so kemur Team Klaksvík víðari. Dysturin leygarkvøldið í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar kl. 18.00.