Haldi ikki at tað hevur verið vanligt at sæð óðinshana her millum stararnar, í hvussu so er ikki nakra nøgd.
Fregnaðist hjá Jens-Kjeld Jensen í dag. Hann sigur, at teir eru ikki nógvir, ið reiðrast í Føroyum. Tá ódnirnar fóru avstað við nógvum træargróðri í 88 minkaði føroyski stovnurin burtur í einki nærmast. Men síðani er stovnurin mentur so spakuliga.
Óðinshanar úr Íslandi fara suðureftir um veturin, nakrir teirra lenda í Føroyum á veg suðureftir og er veturin soleiðis hjá okkum at teir kunnu lívbjarga sær her, so er stutt hjá teimum aftur til Íslands um várið og kanska fáa teir tá tey bestu búplássini har yviri, teir, sum hava búleikast í Føroyum.
Tjaldursgrælingur úr Grønlandi og aðrstaðni norðanfyri koma eisini hendanvegin um veturin.
Um tú fóðrar smáfuglarnar hesa tíðina, so ber til at síggja eitt nú óðinshana tætt hjá.



