Í ár verður SEMENT størri enn nakrantíð!
SEMENT hevur lagt seg saman við rútmiskt Stella Polaris og tí verður Stella Polaris / SEMENT eitt brak av einari tónleikakapping.
Hendan samanleggingin hevur fleiri broytingar við sær.
M.a. verður kappingin bólka í 3 bólkar:
Bólkur 1 – til og við 13 ár
Bólkur 2 – 14 ár og til og við 17 ár
Bólkur 3 – 18 ár og til og við 25 ár
Í bólki 1 fáa luttakararnir í mesta lagið 8 minuttir til teirra framførslu og 1/3 av tilfarinum skal vera egið tilfar.
Í bólki 2 fáa luttakararnir í mesta lagið 10 minuttir til teirra framførslu og 2/3 av tilfarinum skal vera egið tilfar.
Í bólki 3 fáa luttakararnir í mesta lagið 12 minuttir til teirra framførslu og 2/3 av tilfarinum skal vera egið tilfar.
5 dómarar vera til Stella Polaris / SEMENT 2018 og hesir velja í mesta lagið 6 luttakarar at taka lut í finaluni. Framførslan í finaluni skal í mesta lagið vera 15 minuttir til longdar.Umframt vinningarnar, koma eisini umboð frá ymiskum festivalum í Føroyum at velja sær út bólkar/einstaklingar, sum tey fara at bjóða at upptraðka á festivalunum.
Kappingin verður í Reinsaríinum 12.-15. apríl 2018
Hesi hava m.a. fyrr vunnið SEMENT: JASMIN, Konni Kass, Hamferð og Guðrun og Bartal
Kappingin lat upp fyri tilmeldingum mánadagin 5. februar 2018 kl. 12.00
Tilmeldingin fer fram á netinum á heimasíðu Tórshavna Musikskúla www.tm.fo
Luttakarar melda til í seinasta lagið 12. Mars 2018 kl. 12.00.
Sí annars meira info og reglugerð á www.tm.fo




