Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jacob Mouritz: – Carlsen framføra 200%

Jóhann Lützen

Jacob Mouritz Olsen er íðin Melodi Grand Prix fjeppari. Norðlýsið hevur vent sær til hansara at hoyra hvussu hann fer at brúka kvøldið framman fyri skerminum.

– Í kvøld verður tað stille og roligt heimaní frá saman við systi míni sum eisini ferðast við mær til grand prixini

Vit spyrja Jacob Mourtiz hvat tað er sum hugtekur hann við MGP. 

– Tad er ymiskt. Í byrjanini var tað bara løgini og framførslurnar i sjálvari finaluni, ti donsku og tí altjóða. Nú er tað alt konseptið, kappingin er so nógv størri nú enn fyrr. Nú er tað ikki bara danskt grand prix, men eisni undankappingar í ymisku londunum, og eisini hvussu ymisku londini stemma i finaluni, og oftari og oftari at fara til kappingina og onnur tiltøk í samband vid ella um grand prix. Í ár gongur leiðin til London til undan-tiltak, til Amsterdam í koncert har luttakarnir í 2018 framføra løgini og so til Lissabon til sjálva kappina/festivalin, sigur Jacob Mouritz

 

Vit spyrja nær Jacob Mourtiz fall fyri Melodi Grand Prix

– Eg var hja ommu og abba, Eg fann eitt videoband har Kirsten og Søren vunnu danska grand prixid vid ’sku du spør fra noen’ Eg bleiv hjernavaskadur. Tad videobandið og onnur sleit eg upp í 80’unum. Tað var ein nokkso einslig interessað, serðliga í 90’unum tá grand prix ikki var serðliga in. Tað bleiv frægari tá eg kom uppí danska grand prix fan-klubban, og aftaná at internetið kom, fann eg út av at tað eru 1000 vís av fans í og uttan fyri Evropa. Eisini ein føroyskur bólkur finnst á Facebook vid føroyskum fjepparum. Tað var eisni áhugin fyri málið og øðrum londum, sum var vil til at halda áhugan koyrandi. Ikki bara tónleikurin, men eisini alt konseptid, eisini hvussu londini stemma. Av tí at eg havi vita alt ov nógv um júst hetta, hevur tað altíð verið nemt hjá mær at koma í kontakt við fólk frá øðrum londum, av tí at kappingin fevnir víða, og øll lond hava sent okkurt lag okkurt árið sum man kan flenna eftir saman.

Spurdur um hvat hann heldur er besta MGP lag nakrantíð sigur Jacob Mouritz

– En Dag” Svøríki 1989 ella ”Calm After The Storm” Holland 2014. Men Bobbysocks vóru eisini wellar, og krúllurnar hjá Tommy, sigur Jacob Mouritz at enda. 

Hvat heldur tú um lagið hjá Carlsen:

– Eg haldi at lagið er eitt klassiskt melodi grand prix lag, soleiðis sum grand prix løg ljóðaðu í svenska grand prixinum fyri 10-15 árum síðani. Eg má viðganga at eg sjálvur ikki haldi at lagið er so gott. Men tó nógv fragari enn hasin ”víkingasangurin” sum er favorittur. Tað positiva er at Carlsen systrarnar framføra 200 procent. Tær kunnu vinna við at vera sjálvsikrar á pallinum. Tað kann vera styrkin. Men eg hevði ynkst tær høvdu fingið eitt betri lag.